Vælkomin til FOREKS

Markisur í Føroyum? Hetta er helst ein spurningur, mong seta sær, tí tey ikki halda – ella ikki vita – at tað ber saktans til. Satt at siga eru Føroyar meira upplagdar til markisur enn kanska nakað annað land.

Skiftandi føroyska veðrið við vindi og avfalli ger sítt til, at tað ikki er so ofta, at vit kunnu vænta okkum góðar løtur undir himni, har vit tendra grillina ella bert njóta at sita uttandura eina løtu.

Júst tí eru markisur nakað, tú kanst fáa meira burturúr í Føroyum enn nógva aðrastaðni. Sum okkara slagorð sigur, so geva markisur okkum møguleika fyri, at vit fáa “Fleiri góðar løtur uttandura – alt árið”.

  • Foreks – nummar eitt innan markisur í Føroyum

© Copyright - Foreks