Foreks HITARAR
FOREKS umboðar dygdar terassuhitarar av merkinum Tansun. Hetta eru ikki terassuhitarar við gassi, sum mong óivað kenna best til, men hitarar við sokallaðum kvartshita, ið kallast stuttbylgjuhiti.
Tað merkir í stuttum, at hitin megnar at bróta seg ígjøgnum veður og vind, so hann ikki blæsur burtur, um eitt lot er. Terassuhitararnir fáa beinanvegin tann hita, teir skulu hava.
Her er ikki neyðugt at bíða eftir upphiting, tí so skjótt kontaktin er tendrað, so er hitin har. Kvartselementið í hitaranum fær rætta hitan innan fyri minni enn eitt sekund.
Stuttbylgjustrálurnar hita ikki luftina upp, men bert lutir, sum koma fyri strálurnar, og tí ber til at stýra strálurnar júst í tann rætningin, hvar hitin skal gera nyttu. Tað ger ikki mun, hvar uttandura tað er, tí vindurin ávirkaður einki.
Serliga vælumtóktir eru Tansun terassuhitararnir á støðum, har tað annars kann vera kalt og vindur, og í londunum runt um okkum, verða teir nógv brúktir, har fólk sita uttanfyri og fáa sær ein bita.
Tansun terassuhitararnir eru orkusparandi, tí góð 94 prosent av orkunýtsluni er beinleiðis hiti. Restin er ljós. Í Føroyum kostar ein kW/t uml. kr. 2,5 v/mvg. Altso kanst tú sita heitt og fjálgt uttanfyri í seks tímar við einum 2 KW el-hitara fyri bert uml. Kr. 30,-…
Vit hava ymisk sløg av terrassuhitarum frá Tansum, eisini til innandura nýtslu.








