PALLADIO

Vælkomin til FOREKS

Markisur í Føroyum? Hetta er helst ein spurningur, mong seta sær, tí tey ikki halda – ella ikki vita – at tað ber saktans til. Satt at siga eru Føroyar meira upplagdar til markisur enn kanska nakað annað land.

Skiftandi føroyska veðrið við vindi og avfalli ger sítt til, at tað ikki er so ofta, at vit kunnu vænta okkum góðar løtur undir himni, har vit tendra grillina ella bert njóta at sita uttandura eina løtu.

Júst tí eru markisur nakað, tú kanst fáa meira burturúr í Føroyum enn nógva aðrastaðni. Sum okkara slagorð sigur, so geva markisur okkum møguleika fyri, at vit fáa “Fleiri góðar løtur uttandura – alt árið”.

PALLADIO TERRASSUMARKISAN

Palladio Semikassett Terrassemarkisan, er en harðfør og kompakt markisa.
Kasettan verjir dúkin móti veðri og vindi alt årið, tá hon er innrullað.
Tann kraftmikli frontprofilurin dekkar alla markisuna í front.

Technical

TEKNISKI PARTURIN

Semikassett
Dúkrørið er forstyrkt við 1,2mm
Krossforstyrkt fýrkantrør í aluminium (nýtt á marknaðinum)
Max breidd 7 m
Max útfall   3.6m
Fallvinkul   5-50 stig
Markisuarmarnar eru í forstyrktum aluminium við sýrufastari og rustfríðari ketu.
Møguleiki at fáa LED-ljós í armarnar á 3.1 m og 3.6 m útfall

LAKKERING: (”Long Life”)

– Fyri Pulvurlakkering verður nýtt pulvur frá navnframu verksmiðjuni í Sweits,( IGP)

– IGP-DURA clean Teknologi, er ein framkomin og hátøknulogisk yvirflatu-viðgerð av    aluminium, sum setur tey strangastu krøv til veitaran.

– Markisurnar hjá Omega hava hægstu klassifisering av mótstøðuføri móti tæring av aluminium.

Lakkeringin hevur heitið, SEASIDE CLASS og burdi verið fullkomið til Føroysk viðurskiftir.

MARKISU-DÚKUR:

Markisu-dúkarnar eru imprægneraðir av bestu dygd við TEFLON ella SCOTCHGUARD verju-evni. Hetta skapar eina fullkomna verjuforðing og styrkir klimatisku og hydrofobisku eginleikarnar. Dúkarnar verða framleiddir av SANDATEX & amp; SATTLER.

© Copyright - Foreks