DOVRE

  • DOVRE

Vælkomin til FOREKS

Markisur í Føroyum? Hetta er helst ein spurningur, mong seta sær, tí tey ikki halda – ella ikki vita – at tað ber saktans til. Satt at siga eru Føroyar meira upplagdar til markisur enn kanska nakað annað land.

Skiftandi føroyska veðrið við vindi og avfalli ger sítt til, at tað ikki er so ofta, at vit kunnu vænta okkum góðar løtur undir himni, har vit tendra grillina ella bert njóta at sita uttandura eina løtu.

Júst tí eru markisur nakað, tú kanst fáa meira burturúr í Føroyum enn nógva aðrastaðni. Sum okkara slagorð sigur, so geva markisur okkum møguleika fyri, at vit fáa “Fleiri góðar løtur uttandura – alt árið”.

Dovre-markisan

-Dovre-markisan er nýggjasta markisan á norska marknaðinum, sum norska Omega verksmiðjan hevurframleitt
Markisan er opin við møguleika fyri einum tilhoyrandi heilstoyptum design-alutaki, sum verjir mótiregninum og øðrum.
Heimagjørd framleiðsla skapar ein størri tryggleika til bæði til okkum sum seljarar og keyparan. Hettager, at leveringstíðin er styttri enn um ein markisa skal samlast av lutum frá ymiskum veitarum, sum taðso ofta kemur fyri.
Markisan er lakkerað við framúr góðum tilfari. Somuleiðis er konstruktiónin sera stabil. Hetta ger Dovre-
markisuna til ein toppkandidat fyri sethús v.m. í støðum, har veðrið er óstøðugt við regni og vindi v.m.
Dovre-markisan kann leggjast niður til 70 stig við eini handavending. Hetta ger markisuna smidliga til
millum annað at avmarka ljósið og vindin tá tørvur er á tí.
Dovre-markisan er tann einasta markisan á norska marknaðinum, sum kann leggja markisuna heili 70 stig í variatión.
Dúkrullan á Dovre-markisuni verður millum annað hildin uppá pláss við einum belti. Hetta verjir og ger
livitíðina á dúkinum munandi longri enn aðrir aktørar á marknaðinum.

Um tað tekniska

TEKNISKI PARTURIN:
– Lakkeringin er av hægsta mótstøðuføri móti tæring.
– Prógvað sertifiserað vøra fyri hægsta klassa, vindklassi 2
– CE-merki sum gevur tryggleika til keyparan
– Manuelt ella við motori & fj.stýring

– App á telefon ella automatikk (kann fáast serskilt)

LAKKERING: (”Long Life”)
– Fyri Pulvurlakkering verður nýtt pulvur frá navnframu verksmiðjuni í Sweits, IGP
– IGP-DURA clean Teknologi er ein framkomin og hátøknulogisk yvirflatu-viðgerð av aluminium,
sum setur tey strangastu krøv til veitaran.
– Markisurnar hjá Omega hava hægstu klassifisering av mótstøðuføri móti tæring av aluminium.
Lakkeringin hevur heitið, SEASIDE CLASS og burdi verið fullkomið til Føroysk viðurskiftir.

MARKISU-DÚKUR:
Markisu-dúkarnar eru imprægneraðir av bestu dygd við TEFLON ella SCOTCHGUARD verju-evni. Hetta
skapar eina fullkomna verjuforðing og styrkir klimatisku og hydrofobisku eginleikarnar. Dúkarnar verða
framleiddir av SANDATEX & SATTLER

© Copyright - Foreks